Húgvurnar verða framleiddar í sama toyi, sum skjúrtið til kvinnur.
Gev gætur!
Eiga vit ikki húgvuna í ynskta litinum og støddini á goymslu, seta vit okkum í samband við teg um væntaða veitingartíð.
Fæst einans í myrkamorreyðum og í einari stødd, ið hóskar til ein miðalstóran mann.
Vit tøva stykkini, so hvørt tey verða bíløgd. Tey eru uml. 145 cm breið og 180 cm long, um ikki annað er avtalað.
Er tørvur á øðrum støddum, send okkum eini boð á mail@myrifipan.fo.
Gev gætur! Hetta er ikki eitt liðugt kot.
Skjúrtatoy til vaksin er úr 80% ull, 15% bummull og 5% polyester.
Breidd: 132 cm.
Soleiðis tekur tú mát til skjúrt
Tú bíleggur røttu longdina við at máta frá miðjuni og niður á gólvið. Falda mátið við 2 og legg 10 cm afturat.