Peningurin verður drigin av tygara konto, tá vøran verður send frá ella heintað á Vevstovuni Mýrifípuni.
Nýtur tú Visa Electron ella Mastercard Debit, verður peningurin afturhildin á tínari konto, samsvarandi við treytirnar fyri kortinum, til vit trekkja peningin ella avvísa gjaldingina.
Allar upphæddir á heimasíðuni eru við meirvirðisgjaldi.
Á heimasíðuni verða hesi gjaldoyru nýtt til prísáseting: Denmark – Kroner (DKK).
Vevstovan Mýrifípan nýtir ein tryggan gjaldsservara, ið bronglar allar upplýsingar við SSL protokoll. Hetta merkir at tínar dátur eru tryggar, og ikki kunnu lesast av øðrum.
Heimasíðan hjá Vevstovuni Mýrifípuni verður somleiðis bronglað við SSL protokol.
Veiting
Veitingartíðin fyri bíleggingar kann vera upp til 3 vikur.
Vørur verða sendar við Posta.
Iðranarrættur
Um ikki annað er avtalað, ella verður upplýst við keyp, hevur tú 14-daga iðranarrætt at rokna frá tí degi vøran er leverað.
Um tú iðrar keypið, skal hetta boðast okkum frá í seinasta lagi 14 dagar eftir levering, og vøran skal vera okkum í hendi, seinast 14 dagar eftir at tú hevur boða okkum frá.
Iðrar tú keypið, skal hetta boðast frá á telduposti mail@myrifipan.fo. Standardfrymilin skal útfyllast og viðfestast í teldupostinum (standardfrymilin finna tygum niðast á síðuni ”Handilstreytir”)
Standur á vøruni við afturbering
Keypari heftir sjálvur fyri virðisminking av vøruni, ið stendist av aðrari handfaring enn henni, ið er neyðug fyri at staðfesta um vøran er røtt. Hetta merkir at tú kanst royna vøruna, á sama hátt ið tú kanst gera í einum fysiskum handli.
Er vøran nýtt á annan hátt enn lýst omanfyri, verður hon mett sum brúkt, og hevur harvið mist virðið. Hetta merkir, at um tú iðrar títt keyp, metir Vevstovan Mýrifípan um virðið, og endurrindar sambært hesi prísmeting.
Endurgjald
Keypari hevur 2-ára endurgjaldsrætt sambært føroyskari lóggávu. Endurgjaldið fevnir um øll brek, ið standast av framleiðslu.
Endurgjaldskrav skal boðast Vevstovuni Mýrifípuni frá í rímiligari tíð. Her verður mett at rímulig tíð er í mesta lagi tveir mánaðar eftir móttøku, um ikki annað er avtalað. Vevstovan Mýrifípan endurrindar í hesum føri møguligan flutningskostna.
Endurgjaldskrav dettur burtur um vøran er handfarin ella nýtt á skeivan hátt.
Endurgjaldskrav sent sum postkrav verður ikki móttikið.
Viðskifta- og privatlívspolitikkur
Persónsupplýsingar verða latnir hesum pørtum.
Starvsfólkum og leiðslu hjá Vevstovuni Mýrifípuni
Útvaldir og álítandi triðjapørtum, ið nýta tínir persónsupplýsingar í sambandi við levering av vørum ella tænastuveitingum, ið tú hevur bílagt.
Handilssamstarvsfelagar, ið skráseta og viðlíkahalda tína brúkarakontu
Tú kanst til eina og hvørja tíð strika tínar upplýsingar.
Fyri at strika tínar upplýsinar, skal Vevstovan Mýrifípan hava fylgjandi:
Navn
Bústað
Telefonnummar
Teldupost
Vit skráseta bert tínar persónsupplýsingar við tí endamálið at kunna veita tær tað tænastur vit selja.
Persónsupplýsingar sum eru skrásettar hjá Vevstovuni Mýrifípuni, verða goymdar í upp til fimm ár, og verða síðani strikaðar.
Tá vit savna persónsupplýsingar umvegis okkara heimasíðu, tryggja vit, at hetta altíð er við tínum samtykki, soleiðis at tú altíð ert kunnað/ur um hvørjar upplýsingar vit savna inn, og við hvørjum endamálið tær verða savnaðar inn.
Stjóri og starvsfólk hjá Vevstovuni Mýrifípuni hava atgongd til tær upplýsingar, ið verða skrásettar.
Ábyrgd av dátum hjá Vevstovuni Mýrifípuni: Vevstovan Mýrifípan, sp/f
Viðskiftaupplýsingar verða ikki goymdar ella sendar bronglaðar.
Tú kanst altíð sýta fyri at tínar upplýsingar verða skrásettar. Tú hevur eisini rætt til at fáa innlit í hvørjar upplýsingar hjá tær eru skrásettar hjá Vevstovuni Mýrifípuni. Hesi rættindi hevur tú sambært Dátuverndarlógini, og fyrispurningar hesum viðvíkjandi skulu stílast til mail@myrifipan.fo.
Cookies
Vit nýta farspor á myrifipan.fo við tí endamáli at betra um heimasíðuna og funkurnar, og harvið gera tína vitjan á síðuni so lætta sum gjørligt.
Hagtøl
Vit nýta hagtøl á myrifipan.fo, sum merkir at ein hagtalsskipan savnar upplýsingar um hvussu nógv vitjandi eru á heimasíðuna, hvaðani tey koma frá, og hvar tey fara av aftur heimasíðuni v.m.
Hagtølini verða einans nýtt til at betra um heimasíðuna hjá Vevstovuni Mýrifípuni.
Kæra til Dátueftirlitið Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo.
(Tá iðrannarrætturin er galdandi, skalt tú lata hesar upplýsingar til mail@myrifipan.fo )
– Til [Vevstovan Mýrifípan, Stoffalag 46, FO-100 Tórshavn, Føroyar, mail@myrifipan.fo]:
– Eg (*) vil hervið boða frá at eg (*) vil gera nýtslu av mínum iðrunarrætti, í samband við keyp av fylgjandi vøru ella tænastu:
– Navn á vøru (*)
– Bíløgd tann (*)/móttikin tann (*)
– Navn á keypara (*)
– Bústaður hjá keypara (*)
– Undirskrift hjá keypara (*) (bert um upplýsingarnar verða lætnar á prentaðum pappíri)
– Dagfesting (*)
Vit brúka farspor á okkara heimasíðu fyri at geva tær sum brúkara eina betri uppliving, meðan tú ert her. Við at velja "Eg góðkenni", góðkennir tú okkara farspor stillingar. Afturkalla samtykkiEg góðkenniNejPrivatlívspolitikkur
Tú kann altíð afturkalla samtykki við at brúka funkuna "Afturkalla samtykki".Afturkalla samtykki