Í lítlu vevstovu okkara er lív í, tá vit t.d. veva skjúrtatoy, plaid og kotavadmal. Vit hava tveir vevar – báðir eru týskir. Annar, ein Schönherr, er frá uml. 1893 og bleiv keyptur til Føroya fyrst í 1970-unum. Hann er av tí gamla slagnum við rullum at stýra skøftunum og við stórum tungum skjútlum (shuttle-loom). Saman við hesum vevinum varð eisini eitt Schönherr renniborð keypt, sum vit gera renningina við. So vit arbeiða dagliga á yvir 100 ára gamlari útgerð – sum má sigast at vera framúr góðska.
Hin vevurin er ein Dornier frá 1970, sum bleiv keyptur brúktur úr Danmark í 1997. Hann er meira modernaður við holkortum at stýra skøft og litir við og við tengrum í staðin fyri skjútlum (rapier-loom).
Harafturat eru spolimaskinur at spola vanligar spolar upp, umframt at gera spolar til skjútlarnar við.